FSF hevur gjørt avtalu við Svenn Olsen um at vera venjari hjá U15-landsliðnum við gentum. Pól Helgi Jacobsen verður hjálparvenjari
Komandi summar fara Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð at luttaka við einum U15-landsliðið við gentum. Fyrsta avbjóðingin hjá liðnum verður Brøndby Cup í Danmark, sum verður á skránni um mánaðarskifti juli-august.

Í hesum sambandi hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt avtalu við Svenn Olsen, um at vera høvuðsvenjari, meðan Pól Helgi Jacobsen verður hjálparvenjari hjá U15-gentunum.

Seinastu fimm árini hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í Brøndby Cup, men nú sleppa genturnar so eisini at royna seg í hesi kapping, har lið úr nærum øllum heiminum luttaka.

Pól Helgi Jacobsen verður hjálparvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum, sum í summar fer til Brøndby Cup í Danmark