Arbeiðið at skifta grasið út við graslíki á vøllinum á Svangaskarði, gongur væl. Vøllurin verður klárur at taka í brúk 1. mai

Fýra dagar undan jólum í fjør, skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Nes Kommuna undir samstarvsavtalu um út- og umbyggingar av grasvøllinum á Svangaskarði á Toftum.

Í fyrstu atløgu verður graslíki lagt á, har grasvøllurin hevur verið síðani 1991.
 

Byggisáttmáli er gjørdur við Sp/F JHR Entreprenørar um at fyrireika undirlendið til nýggja graslíkisvøllinum, og væntandi verður hetta arbeiði liðugt 1. apríl. Síðani verður fari undir at leggja sjálvan graslíkisvøllin á, og eftir ætlan skal nýggi vøllurin takast í brúk 1. mai.

Ovari vøllur á Svangaskarði hevur í nógv ár at kalla bert verið nýttur í sambandi við altjóða dystir. Føroyska landsliðið hev¬ur spælt fleiri lands¬dystir á Svangaskarði við góðum úrslitum, og harafturat hava føroysk lið eisini roynt seg í europeiskum høpi á Tofta Leikvølli á Svanga¬skarði.

Landsliðið sigraði í seinasta dysti
Tey bæði seinastu úrslitini á hesum vøllinum eru til at býta merki í. Seinast landsliðið var í eldinum á Tofta Leikvølli var tann 7. juni í fjør, tá Føroyar vann 2-0 á Estlandi. Hetta var eisini seinasti lands-dyst¬urin, sum varð spældur á grasinum á Svangaskarði. Hetta var tó tann næst¬seinasti dysturin yvirhøv¬ur, sum varð spældur á grasi¬num. Tann seinastu varð spældu ein mánað seinni, tá NSÍ tók ímóti Fulham, í europeiskum fótbólti. Her megnaði NSÍ at fáa javn¬leik 0-0 móti stóra Premier League-felagnum, so úrslit¬ini hava stundum verið góð á grasvøllinum á Svanga¬skarði.

Men nú verður ikki nak¬ar grasvøllur á Svanga¬skarði longur. Seint í fjør¬summar var avtalað nevni¬liga gjørd um at leggja gras¬líki á vøllin, og arbeiðið at umvæla vøllin byrjaði seint í fjørsummar. Grasið er tikið av fyri langari tíð síðani, teir hava grivið upp og reinsað dren, og nú verður farið undir arbeiðið at fylla grovari grót oman yvir aftu