Tað bleiv til eitt keðiligt tap fyri Luksemborg, sum fór av Tórsvølli við einum 1-0 sigri í viðførinum. Síðstu løtuna spældi føroyska liðið við níggju monnum

——————

Hóast talan var um ein javnan dyst, so endaði tað við einum keðiligum tapi fyri Luksemborg á Tórsvølli týskvøldið. Einsamalla málið kom tá 74 minuttir vóru spældir. Við hjálp frá VAR dømdi dómarin brotsspark, sum Gerson Rodrigues trygt setti í netið.

Seinastu løtuna var føroyska liðið undirmannað, men hóast níggju móti ellivu megnaðu okkara menn at leggja trýst á, og um eitt sindur av hepni var við fingu vit okkurt mál og eitt stig. Men soleiðis bleiv tíverri ikki, og luksemborgarar kundu í staðin fegnast um fyrsta sigurin á Føroyum.

– Hetta var ótrúliga bitturt, men nú mugu vit bara upp á hestin aftur, segði Rene Shaki Joensen millum annað við Dimmalætting aftaná dystin.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Turkaland 6-0 á útivølli móti Litava, sum leygardagin klokkan 17:00 koma á vitjan á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen