Við 46 prosentum av atkvøðunum, vann Súni Olsen kappingini um besta máli í Effo-deildini, skorað í mars mánaða
Í góðar tvær vikur kundi atkvøðast á heimasíðuni hjá FSF um besta mál í Effo-deildini, skorað í mars mánaða, og við næstan helvtina av atkvøðunum vann Súni Olsen heiðurin, at hava skorað besta mál fyrsta mánaðan av kappingini.
Nærum um 1.000 atkvøður vórðu avgreiddar, og við 46 prosentum av atkvøðunum, gjørdist tað frísparksmálið hjá Súna Olsen í dystinum millum B36 og Víking fríggjakvøldið 15. mars, ið fekk flestar atkvøður.
Nummar 2 bleiv málið hjá Finni Justinussen í dystinum millum Víking og NSÍ, sum Víkingur vann 3-2, við 26 prosentum, meðan Clayton Soares (ÍF-07 Vestur 3-0) fekk 15 prosent, Bárður Olsen (AB-HB 1-3) fekk 10 prosent, og Lukasz Cieslewicz (B36-Víkingur 4-0) fekk 3 prosent av atkvøðunum.
Í alt vórðu 45 mál skorað í Effo-deildini í mars mánaða.
Tey fimm málini, ið atkvøðast kundi um, síggjast her: