Fair Play: Á seinasta yvirlitinum hjá svensku heimasíðuni, faroenews.se sæst, at EB/Streymur er tað liðið í Effodeildini sum skikkar sær best
Seinastu mongu árini hevur svenska heimasíðan FaroeNews.se dúgliga fylgt við í føroyskum fótbólti, har ljós serliga hevur verið varpað á fremstu deildini hjá monnum. Og seinastu trý árini hevur áðurnevnda heimasíða lati Leikum Fagurt (fair play)-heiðursløn til tað liðið, ið hevur fingið fægst gul og reyð kort yvir eitt kappingarár í fremstu deildini.
Fyrsta árið heiðurin varð latin, vann NSÍ, í 2010 var tað B36 ið skikkaði sær best, og í fjør var tað EB/Streymur ið fór avstað við heiðurinum.
EB/Streymur ovast
Nú trettan dystir eru spældir í hesum kappingarárinum av landskappingini, er oddaliðið úr sundalagnum, EB/Streymur, tað liðið í Effodeildini, ið hevur skikkað sær best á vøllinum. Sundalagsmenn hava higartil fingið 20 gul kort og einki reytt. Samanlagt gevur hetta 20 stig.
Eitt stig verður givið fyri gult kort, og trý stig verða givin, tá dómarin verður noyddur at reka mann av vølli.
Nummar tvey á listanum hjá FaroeNews.se, er ÍF. Eftir fyrstu trettan dystirnar hava fuglfirðingar fingið 21 gul kort og eitt reytt kort. Tilsamans 24 stig.
Niðast á listanum er FC Suðuroy við 39 stigum. Aftasta liðið í Effodeildini hevur fingið 36 gul kort, meðan dómarin einafer í hesum kappingarárinum hevur víst leikara hjá FC Suðuroy av vølli áðrenn leiklok.
Leikum Fagurt-listin
NR | LIÐ | STIG |
1 | EB/Streymur | 20 |
2 | ÍF | 24 |
3 | Víkingur | 28 |
4 | B36 | 30 |
5 | NSÍ | 30 |
6 | HB | 33 |
7 | B68 | 36 |
8 | TB | 36 |
9 | KÍ | 37 |
10 | FC Suðuroy | 39 |