23. februar verður lutakast í Nice í Fraklandi um, hvussu spælast skal í undankappingini til EM í 2016
Tey 53 londini, sum eru við í komandi EM-undankapping, eru býtt í seks styrkisbólkar, og Føroyar eru í niðasta styrkisbólkinum

EM-undankappingin fer av bakkastokki í heyst, og spælt verður eftir einum nýggjum leisti. Dystirnir verða spældir eftir eini sonevndari ”Week of Football” konsepti, har spælt verður frá hósdegi til týsdag.

Tvey tey bestu liðini í hvørjum av teimum níggju undankappingarbólkunum kom beint til endaspælið í Fraklandi, og tað ger besti 3’arin eisini. Hini átta londini, sum enda triðfremst í hvørjum bólki, skulu síðani spæla eitt sonevnt "play-off" umfar.

Styrkisbólkarnir eru hesir:

Bólkur 1:
Spania
Týskland
Holland
Italia
Ongland
Portugal
Grikkaland
Russland
Bosnia

Bólkur 2:
Ukraina
Svøríki
Kroatia
Danmark
Sveis
Belgia
Kekkia
Ungarn
Írland

Bólkur 3:
Serbia
Turkaland
Slovenia
Ísrael
Noreg
Slovakia
Rumenia
Eysturríki
Pólland

Bólkur 4:
Montenegro
Armenia
Skotland
Finnland
Letland
Wales
Bulgaria
Estland
Hvítarussland

Bólkur 5:
Ísland
Norðurírland
Albania
Litava
Moldova
Makedonia
Aserbadjan
Georgia
Kypros

Bólkur 6:
Luksemburg
Kasakstan
Liktenstein
Føroyar
Malta
Andorra
San Marino
Gibraltar