Eftir landsliðssteðg fer bólturin nú aftur á rull í Betri Deildini hjá kvinnum


Kappingin í bestu kvinnudeildini hevur ligið still seinastu vikurnar vegna landsdystir, men sunnudagin verður silvurstríðið tikið upp aftur.


HB-KÍ á Tórsvølli kl.15
Seinasti landskappingardysturin millum HB og KÍ verður samstundis eisini ársins stórsteypadystur hjá kvinnum, og lagt er veruliga upp til eina spennandi uppgerð.


KÍ eru framvegis ósigraðar í ár, og hava longu tryggjað sær meistaraheitið fyri fleiri umførum síðan, men hóast hetta er dysturin sunnudagin rættiliga opin. 

Eftir nakrar vikur við slakari úrtøku, fekk HB uppreisn í seinasta umfari fyri landsliðssteðgin, tá tær vunnu heili 5-1 á heimavølli móti NSÍ.


Við tí sigrinum meldaðu tær reyðsvørtu seg eisini av álvara inn í kappingina um silvurkrónurnar, har tær kappast við júst NSÍ, ÍVB og B36, sum øll eru sera jøvn í stigum.


Heimaliðið hevur tí motivatiónina og formin til at geva oddaliðnum ein vørr, meðan KÍ longu væl og virðiliga hevur greitt sína skyldu við at tryggja sær meistaraheitið. 

Stórsteypadysturin millum HB og KÍ verður vístur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum.


ÍVB – B36 í Fløtugerði kl.12.15
Tað er eisini spenningur undan dystinum í Fuglafirði, har B36 kemur á vitjan hjá felagsliðnum. 

Bert tvey stig eru ímillum liðini á stigatalvuni, har ÍVB er á fjórða plássi og B36 á fimta plássi. 

Manningarnar eru eisini rímiliga javnt sterkar og samanberiligar. Royndirnar eru helst nakað fleiri hjá ÍVB, meðan B36 hevur nógvar yngri og sera evnaríkar leikarar.

Bæði liðini fara óivað á vøllin við ætlan og góðum møguleika fyri at vinna, og stóri spurningurin er tí mest, hvør rakar betra dagin.


EBS/Skála – NSÍ undir Mýruhjalla kl.13.30
Á Skála finna vit størsta favorittin hetta umfarið, tá NSÍ kemur á vitjan.
Unga felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála skal tó ikki avskrivast frammanundan.

Liðið hevur tikið seg nógv fram gjøgnum kappingarárið og eisini argað mótstøduliðinibí fleiri førum, men tær hava havt tað sera trupult móti júst NSÍ.


Samstundis hava vespurnar nakað at prógva eftir lemjandi ósigurin seinast móti HB, og við einum sigri á Skála verja tær eisini annaðplássið, sum nú er tað besta at kappast um í deildini.