Tað stóð nógv á, men tá avtornaði megnaði U19-landsliðið við dreingjum at spæla málleysan javnleik móti Grikkalandi
——————
– Vit vóru undir trýsti mest sum allan dystin, og høvdu sera trupult við at fáa nakað samanhangandi spæl á ringa vøllinum. Men vit vóru væl skipaðir, og kláraðu at halda teimum frá heilt stóru málmøguleikunum, so vit eru sjálvandi væl nøgdir, sigur venjarin hjá U19-dreingjunum, Sigfríður Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Eftir at hava tapt fyri Týsklandi í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Patras í Grikkalandi, eydnaðist tað leygardagin føroyska liðnum at fáa 1 stig móti vertstjóðini. Úrslitið gjørdist javnleikur 0-0.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Russland heldur óvæntað 3-1 á Týsklandi, og hava russar harvið tryggjað sær 1. plássið í bólkinum.
– Okkara spælarar stríddust framúr væl, og nú síggja vit við spenningi fram ímóti seinasta dystinum, sum er móti Russlandi. Vónandi kunnu vit arga teir eitt sindur, ti vit hava framvegis møguleikan at spæla okkum víðari, og tí møguleikanum fara vit eftir, sigur Sigfríður Clementsen.
Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at besti 3’arin í samlaðu undankappingini eisini sleppur víðari til Elite Round, sum verður tíðliga komandi ár.
Triðja og seinasta umfar í EM-undankappingini verður spælt týsdagin 16. november.