Fótbólturin fekk tvær heiðurslønir, “Ársins ítróttafelagsskapur” og “Ársins ítróttaátak” á ítróttaFAGNAÐINUM 2022, sum ÍSF skipaði fyri í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið

——————

Leygarkvøldið var ÍtróttaFAGNAÐURIN 2022 í Norðurlandahúsinum. Tað er Ítróttasamband Føroya, ÍSF, ið skipar fyri tiltakinum, har fimm stórir ítróttaheiðrar verða handaðir, umframt at Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið.

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir og onnur, sum virka í føroyska ítróttaheiminum, ítróttafeløgum og ítróttasambondum.

Virðislønir verða latnar fyri ársins ítróttafyrimynd, ársins ítróttafelagsskap, ársins ítróttaátak, ársins ítróttanavn og ársins ítróttastjørnuskot.

Og tá “Ársins ítróttafelagsskapur 2022” skuldi kjósast, fór Víkingur úr Gøtu og Leirvík avstað við heiðurinum, meðan Special Olympics-liðið hjá HB vann heiðurin “Ársins ítróttaátak”.

Hondbóltsspælarin, Hákun West av Teigum vann heiðurin “Ársins ítróttanavn”, heiðurin “Ítróttafyrimyndin 2022” fór til Jógvan Kristiansson Glerfoss, sum er venjari í Bragdinum, og “Ársins ítróttastjørnuskot” bleiv Óli Mittún, hondbóltsspælari.

Størsti heiðurin, ið verður latin av ÍSF, er Heiðursskjal Poul E. Petersen. Og hesaferð var tað Hansina á Plógv, sum í mestsum eitt mannaminni hevur verið ein eldsál fyri kappróðurin í Sandavági, ið tók ímóti heiðursskjalinum.

Fótbóltssamband Føroya ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðurslønunum, og blíðan byr framyvir.