A-landsliðið kvinnur: Svensku miðlarnir gera nógv burtur úr HM-undankappingardystinum millum Svøríki og Føroyar, sum verður á Gamla Ullevi í Gøteborg hóskvøldið

Seinnpartin í dag (mikudag) hevur føroyska kvinnulansliðið havt seinastu venjingina undan HM-undankappingardystinum ímóti Svøríki, sum verður á Gamla Ullevi í Gøteborg, hóskvøldið klokkan 19, lokala tíð.

Fyrireikingarnar hava gingið væl, svensku umstøðurnar kring føroyska hópin hava verið góðar, og sum heild eru allir leikararnir væl fyri til stóru uppgávuna ímóti Svøríki í annaðkvøld.

Svensku miðlarnir gera eisini nógv burtur úr dystinum, og serliga eru tað venjarin, Jón Pauli Olsen, og føroyski liðskiparin, Malena Josephsen, ið hava gjørt viðmerkingar í útvarpi og sjónvarpi, og í svensku bløðunum seinastu vikuna.

Svenski landsliðsvenjarin, Pia Sundhage, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrjaði á vøllinum fyri Svøríki í annaðkvøld, og síðani seinasta dyst, tá svensku kvinnurnar leygardagin vunnu 1-0 á Bosnia, eru sjey broytingar gjørdar á liðnum.

Á Gamla Ullevi Leikvøllinum er pláss fyri umleið 19.000 áskoðarum, og nú eitt gott samdøgur undan fyrsta bríksli, eru eini 3.000 atgongumerkir seld til dystin.


Føroyski landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Jón Pauli Olsen – Mynd: FSF.fo / Heðin D. Poulsen