Dagin fyri dystin móti Týsklandi, skipaði Lars Olsen, landsliðsvenjari fyri tíðindafundi á AWD Arena í Hannover
Niðurteljingin til HM-undankappingardystin millum Týskland og Føroyar er av álvara byrjað, og um minni enn eitt hálvt samdøgur verður dysturin bríkslaður í gongd á AWD Arena í Hannover.

Í gjárkvøldi vandi føroyska liðið á leikvøllinum, har Týskland, sum spældi seg í hálvfinalurnar í EM-andaspælinum í summar, tekur ímóti.

Undan venjingini skipaði føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen fyri tíðindafundi á AWD Arena, og sigast má, at týsku fjølmiðlarnir vóru væl mannaðir til fundin við føroyska venjaran.

Eftir tíðindafundin fingu miðlarnir møguleika at tosa við føroyska leikararnar, og eisini har vísti týska pressan stóran áhuga.

Venjingin á AWD Arena endaði við dysti millum teir yngru móti teimum eldru, sum teir ungu vunnu stórt. Úrslitið gjørdist heila 6-0 til yngra ættarliðið.

Undir veningini fyrr á degnum, varð eisini spælt yngri móti eldru, og tá vunnu teir eldru tepurt. Úrslitið gjørdist 1-0 til teir "gomlu".

Fleiri myndir