Føroyska kvinnulandsliðið tapti týsdagin stórt fyri Týsklandi. Úrslitið gjørdist 8-0 til týsku kvinnurnar, sum við sigrinum tryggjaðu sær luttøku í HM-endaspælinum komandi ár

Tað gekk ikki akkurát sum ætlað, tá føroyska kvinnulandsliðið spældi seinasta dystin í undankappingini til HM 2019. Mótstøðuliðið var Týsklandi, og við einum sannførandi 8-0 sigri, tryggjaðu týsku kvinnurnar sær luttøku í endapælinum komandi ár.

 

Støðan í bólkinum gjørdist, at Týskland fekk 21 stig, Ísland 17 stig, Kekkia 14 stig, Slovenia 6 stig, meðan føroyska liðið endaði aftast við ongum stigi.

 

HM-endaspælið fyri kvinnur komandi ár verður í Fraklandi.

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Heri Joensen