Føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í mini-kapping í Wales, tapti í fysta dystinum stórt fyri Norður Írlandi
Úrslitið gjørdist 7-0 til Norður Írland, sum var frammanfyri við trimum málum í steðginum.
Ikki bara á máltalvuni, men eisini á vøllinum var talan um ein greiðan sigur til norður írsku genturnar.
– Vit spældu í dag móti einum sera góðum liði, og norður írski sigurin var eisini fult uppiborin. Føroysku genturnar stríddust kortini væl, og tað gjørdi, at sigurin ikki bleiv størri, sum hann møguliga kundi veri blivin, segði Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, eftir dystin.
Grasið ein avbjóðing
Umframt at spæla ímóti Norður Írlandi og vertslandinum Wales, skal føroyska U17-liðið eisini royna seg ímóti Íslandi, sum verður mett at hava sterkasta liðið í kappingini. Men sambært landsliðsvenjaranum er tað eisini ein avbjóðing fyri genturnar at spæla á grasi.
– Flestu av okkara gentum hava ongantíð áður spælt fótbólt á grasi. So umframt at fáa nógva mótstøðu á vøllinum, so skulu føroysku genturnar eisini spæla á einum øðrvisi undirlagi, enn tær eru vanar við, og tað sæst aftur á úrslitinum, sigur Jón Pauli Olsen.
Næsti dystur á skránni hjá føroyska U17-landsliðnum verður í morgin (mikudagin), tá Føroyar og Wales møtast.
Walisisku genturnar taptu fyrr í dag 5-0 fyri Íslandi. Dysturin millum Ísland og Føroyar verður fríggjadagin.
Føroyar: 16. Annika M. Arge (1. Annika Dam, 41. min.), 2. Jansy Jacobsen (4. Bjørt Holm, 64. min.), 5. Kára Djurhuus, 6. Elisabeth Vang, 7. Milja R. Simonsen, 8. Silja R. Róin, 11. Hervør Olsen (3. Gudny Johannesen, 41. min.), 12. Lív Arge (liðs.), 13. Guðrið Thomsen (14. Jónvá Hentze, 56. min.), 17. Arnborg Lervig og 18. Durita Hummeland (9. Ása á Reynatúgvu, 64. min.).
Óbrúktir leikarar: 10. Hjørdis Rasmusardóttir og 15. Sigrun T. Magnussen.