Í samband við heimadystin hjá manslandsliðnum móti Moldova sunnudagin, verður stórt familjutiltak í Gundadalshøllini við góðum undirhaldi til yngstu fjeppararnar
Sunnudagin kl. 17.00 bresta bestu manslandsliðini hjá Føroyum og Moldova saman á Tórsvølli. Lagt er upp til ein spennandi dyst, og skipað verður eisini fyri góðari upphiting fyri fótbóltsglaðar familjur. Frá klokkan 15.00 er Gundadalshøllin karmur um familjupphiting við hoppilandi, ymiskum barnaundirhaldi og ókeypis pylsuvogni, umframt at tað sjálvandi eisini verður andlitsmáling á skránni, áðrenn leiðin gongur inn á Tórsvøll til dyst.
Gundadalshøllin er opin frá kl. 15.00-16.30, og tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum. Tó krevst atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Moldova fyri at sleppa inn. Tað ber enn til at tryggja sær pláss á Tórsvølli og harvið eisini atgongd til familjutiltakið, við at keypa atgongumerki til dystin í nethandlinum her.
Landsliðið vónar at síggja nógvar fótbóltsfjepparar á Tórsvølli sunnudagin – so kom og ver við til at stuðla teimum!