Árligi stórsteypadysturin millum føroyameistaran og steypavinnaran í mansfótbólti, sum eftir ætlan skuldi verði spældur sunnudagin, er útsettur til mánadagin 10. mars, kl. 18:00
Í ár eru tað føroyameistararnir úr HB og steypavinnararnir úr Víkingi, sum bresta saman í Stórsteypadystinum, sum verður leiktur á ovara vølli í Gundadali mánadagin 10. mars, klokkan 18:00, og ikki sunnudagin 9. mars, sum áður lýst.
Tað eru Lions Club Føroyar og Fótbóltssamband Føroya, sum í felag skipa fyri Stórsteypadystinum, og umframt at endamálið sjálvsagt er at fáa ein góðan dyst, verður eisini roynt at savna inn pening til eitt vælgerandi endamál.
Hesaferð hevur Lions Club í Føroyum gjørt av, at innkomnu pengarnir skulu fara til eitt altjóða Lions-átak, nú Føroyar hava fingið áheitan um at vera við til at stuðla bygging av eini lyftu á einum heimi fyri brekað í Dusheti í Georgia.