Árligi Stórsteypadysturin millum meistararnar og steypavinnararnar, verður í ár spældur á Tórsvølli leygardagin 3. mars klokkan 19:45

Leygardagin 3. mars klokkan 19:45 verður hol sett á fótbóltsárið 2018, tá árligi Stórsteypadysturin, sum er millum meistararnar og steypavinnararnar árið fyri, bresta saman á Tórsvølli. 

 

Í ár verða tað Víkingur og NSÍ, ið skulu dystast um Stórsteypið, sum er latið av Lions Club Føroyar.

 

Stórsteypadysturin er samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club Føroyar, og innkomni peningurin frá atgongumerkjasøluni verður latin onkrum vælgerandi endamáli.

 

Stórsteypadysturin í fjør, sum var millum Víking og KÍ, endaði við 2-1 sigri til víkingarnar, sum harvið vunnu steypið til ognar. Tískil verður tað eitt spildurnýtt steyp, sum nú verður kappast um. Fyrstu ferð, at spælt bleiv um Lions Stórsteypið, var í 2007.