Árligi Stórsteypadysturin, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri saman við Lions Club, verður í Gundadali leygardagin 17. mars
Um góðar tvær vikur, leygardagin 24. mars, ferð fótbólturin av álvara aftur á rull, tá fyrsti dystur í 1. umfari av Effodeildini verður spældur. Hendan dagin spæla B36 og FC Suðuroy í Havn, meðan hinir fýra dystirnir í 1. umfari verða spældir sunnudagin 25. mars.

Men áðrenn lands- og steypakappingin byrjar, er árligi Stórsteypadysturin á skránni, sum er ímillum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá seinasta kappingarár.

Í ár verða tað sostatt B36 og felagsliðið úr Sundalagnum, EB/Streymur, sum møtast í Stórsteypadystinum. Seinast hesi bæði liðini møttust, var í finaluni í Klaksvíkskappingini, sum varð spæld um vikuskiftið. Eftir 90 minuttir stóð á jøvnum 1-1, og tí mátti dysturin avgerast við brotssparkskapping. Her drógu føroyameistararnir longra stráðið, og vunnu samanlagt 5-4.

Tað er Fótbóltssamband Føroya, saman við Lions Club, ið skipar fyri Stórsteypadystinum, og ágóðan av dystinum letur Lions Club Føroyar til vælgerandi endamál.

Stórsteypadysturin í ár verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali leygardagin 17. mars, kl. 16:00.

Dómari verður Kári J. á Høvdanum, og hjálpardómarar verða Jan Hermansen og Jónas Johannesen.