Vegna keðiliga veðurforsøgn eru stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum fluttir til sunnudagin 1. mars


Veðrið má sær sjálvum ráða, og soleiðis verður eisini um vikuskiftið. Eftir ætlan skuldu stórsteypadystirnir 2020, ið er eitt samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club Føroyar, verða spældir á Tórsvølli leygardagin 29. februar.

Men vegna keðiliga veðurforsøgn eru ársins stórsteypadystir fyribils fluttir til sunnudagin 1. mars. Kvinnurnar fara á vøllin klokkan 12:30, meðan stórsteypadysturin hjá monnum verður floytaður í gongd kl. 15:30.

Báðir stórsteypadystirnir í ár verða millum HB og KÍ. Innkomni peningurin frá atgongumerkjasøluni verður latin til Felagið fyri lesi- og skriviveik.

Um ikki viðrar sunnudagin, verður dysturin hjá monnum spældur týskvøldið 3. mars, og kvinnurnar leygardagin 14. mars.