Sunnudagin 15. apríl verður 4. umfar í Effodeildini spælt. Í Havn verður toppdystur, har oddaliðið Víkingur vitjar HB, sum er á 2. pássi
Sunnudagin 15. apríl er fult umfar í Effodeildini á skránni. Allir dystirnir, uttan dysturin í Vági, byrja kl. 15:00. Á Vágseiði í Vági, har TB hevur heimavøll ímóti B36, verður bríkslað í gongd kl. 14:45.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, um dystirnar ið eru á skránni um vikuskiftið.

4. umfar, sunnudagin 15. apríl:
B68 – NSÍ
HB – Víkingur
TB – B36
EB/Streymur – FC Suðuroy
ÍF – KÍ