FSF Varpið: Eftir at hava gjørt umfatandi kanningararbeiði hevur Fótbóltssamband Føroya valt at gera stórar broytingar í kappingarleistinum til hetta kappingarárið
– Kunnu vit skipa eina kapping, sum er bæði sterkari og javnari?
Soleiðis ljóðaði spurningurin, sum Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, og onnur, sum vara av føroyskum fótbólti hava sett sær síðsta árið.
Hetta hevur Fótbóltssambandið viðgjørt saman við teimum føroysku fótbóltsfeløgunum og serliga høvuðsungdómsvenjarum teirra. Tað er serliga kappingarleisturin, sum hevur verið uppi at venda, og úrslitið er, at fleiri broytingar verða at síggja hetta kappingarárið.
Størstu broytingarnar verða, at aldursbólkarnir eru fluttir frá líkatali til ólíkatal, og at nýggj U21-deild er skipað í unglingafótbóltinum við monnum. Hesin aldursbólkurin fevnir nú um fýra árgangir í staðin fyri tveir, eins og gamla U18-deildin.
– Soleiðis kunnu vit varðveita spælarar í skipanini í longri tíð, sum ger, at spælararnir eru partur av fótbóltinum í longri tíð, og á tann hátt kanska halda á at spæla, eisini tá teir eru blivnir vaksnir, sigur Pætur S. Clementsen.
– Sær mann tað við elitubrillum, kunnnu feløgini bíða longri við at velja teir bestu út. So í staðin fyri at velja, tá spælarar bert eru 18 ár, kann mann bíða til teir eru 20 ella 21. Mann keypir sær tíð, og tað tapir mann einki uppá. Ein annar fyrimunur er, at smærru feløgini hava møguleika at manna lið, tí tey hava fleiri árgangir at velja burturúr.
FSF hevur eisini ætlanir um at skipa fyri fleiri venjaraútbúgvingum í framtíðini. Hevur mann tikið B-venjaraprógvið, er eingin annar møguleiki enn at taka A-skeiðið, sum er rættað til venjing við vaksnum spælarum.
– Tað er ynskiligt, at tey, sum vilja savna seg um barna- og ungdómsfótbólt, sleppa á eitt annað skeið, sum er á sama støði, men við einum øðrum málbólki, sigur Pætur Smith Clementsen, men leggur afturat, at hetta arbeiðið ikki er komið so langt enn.