Føroyska U19-landsliðið við gentum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum komandi vikuna verður í Serbia
– Veðrið her í Beograd er gott og umstøðurnar eru ógvuliga góðar. Gistingarhúsið, sum vit búgva á, er partur av einum stórum venjingarannleggi, sum serbiska fótbóltssambandið bygdi fyri trimum árum síðani. So umstøðurnar eru framúr góðar, sigur Ingun Hansen, ið saman við John Petersen stendur á odda fyri føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum í løtuni leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingina í Serbia.

Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum hósmorgunin, og seint um kvøldið komu øll til serbiska høvuðsstaðin, Beograd, har okkara gentur komandi vikuna skulu spæla tríggjar EM-undankappingardystir ímóti Hollandi, Serbia og Letlandi.

– Vit hava havt eina venjing síðani vit komu til Beograd. Umstøðurnar eru sum sagt góðar, men hitin er nógvur, so hetta verður ein stór avbjóðing fyri okkara gentur, sigur Ingun Hansen.

Tað verður ikki bara tann nógvi hitin, ið verður ein stór avbjóðing fyri okkara gentur. Longu í fyrsta dystinum í kappingini skal føroyska liðið royna seg ímóti Hollandi, sum fyrr í summar vann Europameistaraheitið fyri U19-landslið. Mánadagin spæla Føroyar og Serbia, meðan seinasta dystur verður hósdagin, tá føroysku genturnar skulu dystast við Letland.

Allir dystirnir verða kl. 15:00, føroyska tíð.

Myndir: Ingun Hansen


Venjingarannleggið hjá serbiska fótbóltssambandinum liggur beint uttanfyri Beograd. Annleggið, ið hevur seks vallir, varð bygt í 2011