Á tíðindafundinum undan seinastu venjingina hjá føroyska A-landsliðnum, segði Lars Olsen, at hann væntar ein betri innsast frá føroysku leikarunum ímóti Írlandi, enn føroyska liðið vísti seinast

Seinastu fyrireikingarnar hjá føroyska A-landsliðnum til dystin móti Írlandi í annaðkvøld eru nú av álvara farnar í gongd. Í kvøld hevur liðið vant á sjálvum leikvøllinum, har dysturin verður spældur í morgin kl. 19:45.

Undan dystin skipaði Lars Olsen, landsliðsvenjari fyri tíðindafundi á stadion, og har vóru írsku fjølmiðlarnir áhugaðir í at hoyra, hvat føroyski venjarin væntar av dystinum í annaðkvøld. Millum annað segði Lars Olsen, at hann væntar ein nógv betri innsats í morgin, í mun til hvat føroysku leikararnir vístu í dystinum móti Eysturríki fyrr í ár. Kortini verður tað ein stór avbjóðing at spæla ímóti írum, sum í løtuni hava eitt gott landslið, segði Lars Olsen.

Eftir tíðindafundin var venjing á skránni, har seinastu smálutirnar skuldu fáast upp á pláss. Christian Lamhauge Holst, sum legðist sjúkur beint tá landsliðið kom til Írlandi, vandi við í kvøld, og hann verður væntandi klárur til dystin móti írum.

Har afturímóti er nógv sum bendir á, at Jónas Tór Næs, ið hevur eina brotna stórutá, ikki verður klárur til dystin móti Írlandi. Jónas hevur vant fyri seg sjálvan, síðani føroyski hópurin kom til Írland, og tað eru eisini stór framstig at hóma. Men kortini verður ikki mett, at Valur-leikarin verður førur fyri at spæla í morgin.

Venjingin á Aviva Stadion endaði við dysti millum teir ungu móti teimum eldru, og hesaferð var tað yngra ættarliðið, sum fór avstað við sigrinum.

Myndir