Við einum teprum 2-1 sigri á B36, vann EB/Streymur Stórsteypadystin 2012. Innkomni peningurin verður latin til fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum
Árligi Stórsteypadysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá seinasta kappingarár, sum í ár var millum ávikavist B36 og EB/Streym, varð spældur í Gundadali leygardagin.

Tað er Lions Club Føroyar, saman við Fótbóltssambandi Føroya, ið skipar fyri dystinum, og allur ágóðin verður í hesum sambandi latin til eitt vælgerandi endamál.

Innkomu 50.000 krónur, og hesa ferð hevur Lions Club Føroyar avgjørt, at innkomni peningurin verður latin til eitt sokallað Litegait-hjálpitól. Neyvan røkkur inntøkan til alt tólið, men ágóðin frá Stórsteypadystinum kann møguliga verða skumpið, ið ger sítt til, at hetta tól verður útvegað.

Arnbjørn avgjørdi í seinasta minutti
Tað var annars B36 ið legði betri fyri, og tá dómarin bríkslaði til hálvleik, var støðan 1-0 til føroyameistararnar. B36 hevði meginparin av spælinum undan steðginum, og tí var tað fult í tráð við leikgongdina, at Símun Joensen kundi leggja teir hvítu úr høvuðsstaðnum á odda, tá eini 10 minuttir vóru spældir.

Men eftir hvíldina broyttist leikgondin, og nú vóru tað teir úr EB/Streymi ið høvdu bóltin meir, og komu teir eisini fram til fleiri vandamiklar málmøguleikar. Hetta gav eisini úrslit tá eitt gott korter var eftir at spæla.

Hans Pauli Samuelsen kom at standa væl fyri inni í brotsteiginum, og víkamaðurin setti bóltin í netið til javnleik 1-1.

Lítla løtu seinni fingu føroyameistararnir mann riknan av vølli, tá Høgni Eysturoy fekk sítt seinna gula kort.

Eftir hetta settu sundalagsmenn veruligt trýst á B36, fyri at fáa sigursmálið, og í seinasta minutti av yvirtíðini gav støðuga trýstið úrslit, og dysturin varð avgjørdur til fyrimun fyri EB/Streym. Hesa ferð var tað Arnbjørn Hansen ið setti bóltin í málið, eftir innlegg úr vinstru síðu.

Eftir dystin handaðu Róin Schrøter, vegna Fótbóltssamband Føroya, og Albert Ellefsen, vegna Lions Club, steyp og medaljur.

Um eina viku verður fyrsti dystur í Effodeildini, og aftur tá er B36 annar parturin. Leygardagin 24. mars taka føroyameistararnir á heimavølli ímóti uppflytarunum úr FC Suðuroy.