Løgmanssteypið: Lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, hevur í kvøld verið í ítróttarsendingini 3-2 í sjónvarpinum
Steypavinnararnir í fjør, EB/Streymur, og HB møtast í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Hetta er greitt, eftir at lutakast var í ítróttarsendingini 3-2 í sjónvarpinum í kvøld. Í hinari hálvfinaluni møtast Víkingur og FC Suðuroy.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 9. mai, og tá hava Víkingur og EB/Streymur heimavøll. Tvær vikur seinni, mikudagin 23. mai, verða seinnu hálvfinalurnar spældar. Tá eiga so HB og FC Suðuroy heimavøll.
Finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 25. august.
9. mai:
Víkingur – FC Suðuroy
EB/Streymur – HB
23. mai:
FC Suðuroy – Víkingur
HB – EB/Streymur
Finalan, 25. august:
Víkingur/FC Suðuroy – EB/Streymur/HB