Eftir lutakast í 3-2 í kvøld er nú greitt hvussu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið skulu spælast
Trygvi Mortensen, limur í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, trekti í kvøld tey átta liðini úr bollanum, sum um vikuskiftið spældu seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at steypavinnararnir seinasta kappingarár, Víkingur, í fjórðingsfinaluni fingu heimavøll ímóti FC Suðuroy, meðan HB trekti heimavøll ímóti EB/Streymi.
Hesir báðir dystir eru endurtøkur av hálvfinalunum í steypakappignini í fjør, tá felagsliðini spældu seg víðari í finaluna.
KÍ, sum sunnudagin vann 3-0 á Svangaskarði ímóti B68, trekti heimavøll ímóti ÍF, og á Skálafjørðinum verður grannauppgerð millum Skála og NSÍ.
Fjórðingsfinalurnar:
HB – EB/Streymur
KÍ – ÍF
Skála – NSÍ
Víkingur – FC Suðuroy
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar sunnudagin 5. mai.