Lutakast um hvussu spælast skal í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið var mánakvøldið í 3-2 hjá Kringvarpi Føroya
Jákup Martin Joensen, formaður í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, dróg tey 16 liðini úr bollanum, tá lutakast um, hvussu spælast skal í innleiðandi umfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, var í 3-2 í sjónvarpinum mánakvøldið.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Giza/Hoyvík tekur ímóti MB, og Undrið hevur heimavøll ímóti Royn í innleiðandi umfarinum, meðan tríggir av teimum átta dystunum í 1. umfari verða ímíllum lið úr Effodeildini.
Steypavinnararnir seinasta kappingarár, Víkingur, skulu í Gundadal, har B36 tekur ímóti. Á Argjum fær AB vitjan av ÍF, og í Runavík hittast NSÍ og TB.
Innleiðandi umfarið:
Giza Hoyvík – MB
Undrið – Royn
1. umfar:
FC Suðuroy – Undrið/Royn
Giza Hoyvík/MB – EB/Streymur
B36 – Víkingur
AB – ÍF
NSÍ – TB
Skála – 07 Vestur
B68 – KÍ
B71 – HB
Innleiðandi umfarið verður spælt leygardagin 30. mars, og 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður spælt sunnudagin 14. apríl.