Nú er greitt hvussu spælast skal í fjórðings- og hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum
Lutakast um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum hevur verið í kvøld, og har háttaði tað seg soleiðis, at steypavinnararnir úr Klaksvík í fyrsta umfarinum trektu heimavøll ímóti HB.

Fyrsta umfar, sum eru fjórðingsfinalurnar, verður spælt mikudagin 24. apríl.

B36, sum í fjør spældu seg í finaluna, har tær mátti lúta fyri klaksvíkskvinnum, trektu í fyrsta umfari útivøll ímóti Víkingi.

Fjórðingsfinalurnar, 24. apríl:
B68/NSÍ – ÍF
Víkingur – B36
KÍ – HB
AB – EBS/Skála

Fyrru hálvfinalurnar, 2. mai:
AB / EBS/Skála – KÍ / HB
Víkingur / B36 – B68/NSÍ / ÍF

Seinnu hálvfinalurnar, 30. juni:
B68/NSÍ / ÍF – Víkingur / B36
KÍ / HB – AB / EBS/Skála

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður spæld á Tórsvølli leygardagin 24. august.