Komandi vikuskifti verður Tórsvøllur karmur um stórt steypafinalutiltak, sum endar við finaluni um Løgmanssteypið millum EB/Streym og Víking
Sum nakað nýtt, fer Fótbóltssamband Føroya í ár at skipa fyri stórum steypafinalutiltaki á Tórsvølli, har allar steypafinalur verða spældar sama vikuskifti. Tiltakið endar við brakinum um Løgmanssteypið ímillum EB/Streym og Víking.

Sami leistur hevur seinastu mongu árini verið nýttur í hondbólti og flogbólti – við góðari undirtøku – og tí hevur FSF avgjørt at gera eina roynd, har allar steypafinalurnar, hjá bæði gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, verða spældar sama vikuskifti.

Í samband við ársins finalurnar, verður nýggja graslíkið á Tórsvølli tikið alment í nýtslu.

Umframt tær sjey steypafinalurnar, sum skulu spælast hesar dagarnar, verður eisini skipað fyri spælilandi við hoppiborgum, kappingum fyri børn, har ein vinningur er at gerast maskottur hjá føroyska A-landsliðnumum, fjepparakappingum, konsert við Divaz og mongum øðrum tiltøkum.

Fyrstu dystirnir verða fríggjadagin, 24. august tá finalurnar um Mótasteypið og Thomas Dam Intersport Steypið verða spældar.

Leygardagin 25. august verður spælt um Eilif Arge Steypið, Cadbury Steypið, Blaðbera Steypið og finalan í steypakappingini hjá kvinnum.

Steypafinalutiltakið á Tórsvølli endar við finaluni um Løgmanssteypið, sum í ár verður spæld ímillum felagsliðini EB/Streym og Víking.

Í samband við finaluna um Løgmanssteypið, verður skipað fyri upphiting í Dansifrøi.

Skráin:
FRÍGGJADAGIN (24. august)

Kl. 17:30

Mótasteypið, Gentur U17

KÍ – HB

Kl. 20:00

Thomas Dam Intersport Steypið, Dreingir U18

EB/Streymur – B36

 

 

 

LEYGARDAGIN (25. august)

Kl. 10:00

Eilif Arge Steypið, Gentur U14

B36 – KÍ

Kl. 11:30

Cadbury Steypið, Dreingir U14

Víkingur – EB/Streymur

Kl. 13:30

Blaðbera Steypið, Dreingir U16

FC Suðuroy – NSÍ

Kl. 16:15

Steypafinalan hjá kvinnum

KÍ – B36

Kl. 19:45

Løgmanssteypið

EB/Streymur – Víkingur

Kostnaður:
Vaksin 100 kr.
Børn (upp til 16 ár) Ókeypis

Atgongumerki á 100 krónur kann nýtast til allar finalurnar.