Týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw hevur úttikið hópin til HM-undankappingardystin ímóti Føroyum
Tað er eitt sterkt týskt landslið sum tekur ímóti, tá Týskland og Føroyar møtast í HM-undankappingardysti á AWD Arena í Hannover fríggjadagin 7. september.
Joachim Löw hevur úttikið 22 leikarar til dystin ímóti Føroyum. 11 av teimum spæla til dagliga við týsku stórfeløgunum FC Bayern Munchen og Borussia Dortmund, meðan tveir spæla við spanska meistaraliðnum, Real Madrid.
Málmenn:
Manuel Neuer, FC Bayern Munchen
Marc-Andre ter Stegen, Borrussia Monchengladbach
Ron-Robert Zieler, Hannover 96
Verjuleikarar:
Holger Badstuber, FC Bayern Munchen
Jerome Boateng, FC Bayern Munchen
Benedikt Höwedes, FC Schalke 04
Mats Hummels, Borussia Dortmund
Philipp Lahm, FC Bayern Munchen
Per Mertesacker, FC Arsenal
Marcel Schmelzer, Borussia Dortmund
Miðvallarar:
Lars Bender, Bayer 04 Leverkusen
Julian Draxler, FC Schalke 04
Mario Götze, Borussia Dortmund
Ilkay Gundogan, Borussia Dortmund
Sami Khedira, Real Madrid
Toni Kroos, FC Bayern Munchen
Thomas Müller, FC Bayern Munchen
Mesut Özil, Real Madrid
Lukas Podolski, FC Arsenal
Marco Reus, Borussia Dortmund
Andre Schürrle, Bayer 04 Leverkusen
Framherjar:
Miroslav Klose, Lazio Rom
Føroyar aftur á AWD Arena
Hetta er aðru fer at føroyska A-landsliðið skal royna seg á AWD Arena í Hannover.
16. oktober í 2002 var talan um EM-undankappingardyst, sum týskarar vunnu tepurt. Úrslitið gjørdist 2-1 til Týskland.