Týski landsliðsvenjarin, Joakim Løw, hevur úttikið hópin til dystin móti Føroyum. Og tað verður eitt sterkt týskt landslið, ið kemur á Tórsvøll í komandi viku
Týski landsliðsvenjarin, Joakim Løw hevur úttikið hópin til HM-undankappingardystin móti Føroyum, sum verður á Tórsvølli týsdagin 10. september, kl. 19:45.
Og tað er eitt sterkt týskt landslið, fylt við heimsstjørnum, ið týski landsliðsvenjarin hevur at ráða yvir.
Allir spæla í stóru kappingunum runt um í Europa, og ikki færr enn tíggju av leikarunum spæla til dagliga við FC Bayern Munchen ella Borussia Dortmund, ið spældu Champions League-finaluna seinasta kappingarár.
Áðrenn týska landsliðið kemur til Føroyar, spæla teir undankappingardyst á heimavølli ímóti Eysturríki. Tí kann vera, at smávegis broytingar verða í týska hópinum undan dystinum á Tórsvølli týsdagin í komandi viku.
Týski hópurin sær soleiðis út:
Manuel Neuer, FC Bayern Munchen
Rene Adler, Hamburger SV
Ron-Robert Zieler, Hannover 96
Jerome Boateng, FC Bayern Munchen
Benedikt Høwedes, FC Schalke 04
Mats Hummels, Borussia Dortmund
Philipp Lahm, FC Bayern Munchen
Per Mertesacker, Arsenal
Marcel Schmetzer, Borussia Dortmund
Lars Bender, Bayer 04 Leverkusen
Sven Bender, Borussia Dortmund
Julian Draxler, FC Schalke 04
Sami Khedira, Real Madrid
Toni Kroos, FC Bayern Munchen
Thomas Muller, FC Bayern Munchen
Mesut Øzil, Arsenal
Marco Reus, Borussia Bortmund
Sidney Sam, Bayer 04 Leverkusen
Andre Schurrle, Chelsea
Mario Gomez, AC Fiorentina
Miroslav Klose, Lazio
Max Kruse, Borussia Dortmund