Lars Lagerback, íslendskur landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum 15. august tekur ímóti føroyska A-landsliðnum á Laugardalsvøllinum í Reykjavík
Um smáar tvær vikur skal føroyska A-landsliðið hjá monnum í eldin aftur, tá Ísland er vertur fyri venjingardysti í Reykjavík. Dysturin verður spældur á Laugardalsvøllinum mikudagin 15. august, klokkan 19:45.
Og tað verður eitt sterkt lið sum tekur ímóti okkara monnum í Reykjavík. Íslendski landsliðsvenjarin, sviin Lars Lagerback, hevur í fyrstu atløgu úttikið 22 leikarar til dystin ímóti Føroyum.
Málverjar:
Gunnleifur Gunnleifsson, FH
Hannes Tór Halldórsson, KR
Ingvar Jónsson, Stjarnan
Verjuleikarar:
Ragnar Sigurðsson, FC København
Sølvi Geir Ottesen Jónsson, FC København
Ari Freyr Skúlason, Sundsvall
Indriði Sigurðsson, Viking
Kári Árnason, Rotherdam
Birkir Már Sævarsson, Brann Bergen
Bjarni Ólafur Eiríksson, Stabæk
Miðvallarar:
Aron Einar Gunnarsson, Cardiff
Helgi Valur Daníelsson, AIK
Emil Hallfreðsson, Hellas Verona
Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar
Rúrik Gíslason, OB
Eggert Gunntór Jónsson, Wolverhampton
Arnór Smárason, Esbjerg fB
Framherjar:
Birkir Bjarnason, Pescara
Kollbein Sigtórsson, Ajax
Alfreð Finnbogason, Helsingborg
Gylfi Tór Sigurðsson, Tottenham
Bjørn Bergmann Sigurðarson, Wolverhampton
Í komandi viku verða møguliga tríggir leikarar afturat úttiknir til dystin ímóti Føroyum, teirra millum Eiður Smári Guðjohnsen.
Venjingardysturin millum Ísland og Føroyar er fyrireiking til HM-undankappingina sum byrjar í næsta mánað.
7. september spæla Ísland og Noreg HM-undankappingardyst í Reykjavík, saman dag sum Týskland og Føroyar møtast í Hannover.
Mánadagin 6. august úttekur Lars Olsen, landsliðsvenjari, føroyska hópin til venjingardystin ímóti Íslandi.