Tað verður eitt sterkt eysturríkst landslið sum tekur ímóti, tá Føroyar vitja á Ernst Happel Stadion fríggjadagin 22. mars
Eysturríkski venjarin, sveisarin Marcel Koller, hevur úttikið hópin, sum fríggjadagin 22. mars, kl. 19:30 (føroyska tíð) skal møta Føroyum í HM-undankappingardysti á Ernst Happel Stadion í Wien í Eysturríki.

Og tað verður eitt sterkt eysturríkst landslið, sum Marcel Koller hevur at ráða yvir til dystin ímóti Føroyum.

Sjey av leikarunum spæla í heimligu kappingini í Eysturríki, meðan nýggju leikarar spæla í týsku Bundesliguni, tveir í ensku Premier League, tveir í Turkalandi, og ein í ávikavist Russlandi, Sveis og Italia.

Undan dystinum ímóti Føroyum er Eysturríki nummar 4 í bólkinum, við 4 stigum. Eysturríkar taptu fyrsta dystin ímóti Týsklandi, og spældu síðani javnleik á útivølli og vunnu á heimavølli ímóti Kasakhstan.

Hópurin hjá Eysturríki sær soleiðis út:
Ramazan Øzcan, FC Ingolstadt 04 (Týskland)
Lukas Kønigshofer, SK Rapid Wien (Eysturríki)
Heinz Lindner FK Austria (Eysturríki)
Aleksandar Dragovic, FC Basel 1893 (Sveis)
Christian Fuchs, FC Schalke 04 (Týskland)
Gyørgy Garics, FC Bologna (Italia)
Florian Klein, FC RB Salzburg (Eysturríki)
Emanuel Pogatetz, West Ham United (England)
Sebastian Prødl, SV Werder Bremen (Týskland)
Manuel Ortlechner, FK Austria Wien (Eysturríki)
Markus Suttner, FK Austria Wien (Eysturríki)
David Alaba, Bayern Munchen (Týskland)
Marko Arnautovic, SV Werder Bremen (Týskland)
Julian Baumgartlinger, 1. FSV Mainz 05 (Týskland)
Martin Harnik, VfB Stuttgart (Týskland)
Andreas Ivanschitz, 1. FSV Mainz 05 (Týskland)
Jakob Jantscher, FK Dynamo Moskva (Russland)
Zlatko Kunuzovic, SV Werder Bremen (Týskland)
Veli Kavlak, Besiktas JK (Turkaland)
Christoph Leitgeb, FC RB Salzburg (Eysturríki)
Philipp Hosiner, FK Austrian Wien (Eysturríki)
Marc Janko, Trabzonspor (Turkaland)
Andreas Weimann, Aston Villa FC (England)