Nú er greitt, at á komandi aðalfundi í Fótbóltssambandi Føroya, sum verður leygardagin 14. februar, taka Kristmund Johannesen og Fróði Danielsen sæti í starvsnevndini í FSF. Teir avloysa Trygva Mortensen og Heðin D. Poulsen
Leygardagin 14. februar kl. 13:00 verður árligi aðalfundurin í Fótbóltssambandi Føroya. Hetta er samstundis 36. aðalfundur, síðani felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979. Í ár verður fundurin hildin í nýggja FSF-bygninginum við Tórsvøll.

Á aðalfundinum hesaferð er millum annað nevndarval á skránni, og í ár standa tríggir starvsnevndarlimir fyri vali. Talan er um Jógvan Páll Joensen, Trygva Mortensen og Heðin D. Poulsen. Meðan Jógvan Páll Joensen tekur við afturvali, hava Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen valt at takka fyri seg.

Tá freistin at stilla upp var úti mikudagin 4. februar, vóru Kristmund Johannesen av Skála og Fróða Danielsen úr Havn innstillaðir. Sostatt taka hesir báðir sæti í starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya leygardagin 14. februar.

Umframt val av nevndarlimum, formansfrágreiðing, lógarbroytingar og annað, verður roknskapurin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri 2014 eisini lagdur fram. Á starvsnevndarfundi 3. februar varð roknskapurin fyri í fjør góðkendur, og vísir hann eitt yvirskot á góðar 5,5 milliónir krónur.

Millum lógarbroytingarnar, ið verða lagdar fram á aðalfundinum, er uppskot frá FC Suðuroy, um at hækka talið av liðum í fremstu deildini hjá monnum, úr 10 upp í 12 lið.

Verður uppskotið hjá FC Suðuroy samtykt, vera 12 lið í EFFO-deildini frá 2016 at rokna.