Undir seinastu landsdystunum í fjør, sum vóru ímóti Kasakstan og Eysturríki, skipaði FSF fyri spurnakanning millum áskoðararnar, har møguleiki var at vinna uttanlandaferðir
Tað gjørdust Noomi Káradóttir Rasmussen og Sonja í Gong, ið vóru hepnu vinnararnir av uttanlandaferðunum, sum vórðu burturlutaðar, í samband við spurnakanningina millum áskoðararnar til dystirnar móti Kasakstan og Eysturríki á Tórsvølli í oktober í fjør.

Seinastu mongu árini hava fleiri av stóru europeisku fótbóltstjóðunum javnan vitjað í Føroyum í samband við EM- og HM-undankappingardystir. Fyri Fótbóltssamband Føroya er tað altíð ein stór og spennanndi avbjóðing tá stóru dystirnir eru á skránni, men fyri føroysku áskoðararnar er tað eisini avgerandi, at upplivingin, at koma til landsdyst, er góð. 

Til seinastu dystirnar í fjør, tá Kasakstan og Eysturríki vitjaðu á Tórsvølli, skipaði FSF fyri spurnakanning millum áskoðararnar. Kanningin snúði seg serliga um umstøðurnar kring vøllin, tá føroyska A-landsliðið við monnum spælir dystir á heimavølli.

– Sum heild eydnaðist kanningin væl, og vit eru sera væl nøgdir við svarini, ið komu inn. At gera sovorðnar kanningar er altíð áhugavert, og serliga til landsdystir í Føroyum, sum næstan altíð savnar nógv fólk, sigur Heri á Rógvi, stjóri í greiningarfyritøkuni Lóður, ið vegna FSF stóð fyri spurnakanningini.

Til dystin ímóti Kasakstan svaraðu 148 av teimum 430 áskoðarunum (34%), ið fingu eitt spurnarblað, og til dystin ímóti Eysturríki nýttu 197 av teimum 547 áskoðarunum (36%) møguleikan at svara spurnablaðnum.

– At so nógv velja at svara, er rættuliga gott, og harafturat vóru innkomnu svarini sera varierandi, og tað er altíð gott fyri eina spurnakanning, sigur Heri á Rógvi.

Eisini í Fótbóltssambandi Føroya eru tey nøgd við spurnakanningina hjá Lóður, og vónandi kemur úrslitið av kanningini at síggjast aftur í komandi landsdystum.

– Endamálið við kanningini er at finna út av, hvat vit kunnu gera betri, so áskoðararnir fáa eina góða uppliving, tá teir eru til landsdyst í Føroyum. Sum heild eru føroysku áskoðararnir nøgdir, men kortini er ymiskt, ið kann verða betri, og tað kemur vónandi at síggjast aftur í komandi landsdystum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

Næsti heimadystur hjá føroyska A-landsliðnum verður í summar, tá Malta væntandi kemur hendanvegin at spæla vinardyst ímóti Føroyum. Seinni í heyst verður farið undir undankapingina til EM, sum verður í Fraklandi í 2016.