Skráin fyri ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt er nú klár, og talan er um eina spennandi skrá, ið er ein samanrenning av høgum fakligum støði og hugnaligum fótbóltspráti

– Undirtøkan hevur verið góð, og hópin av tilmeldingum eru komnar. Men tað eru nøkur pláss eftir, so vónandi koma nakrar tilmeldingar afturat, áðrenn freistin mánakvøldið er farin. Eg haldi vit hava eina spennandi skrá, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

 

Fríggjadagin og leygardagin, 2. og 3. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Ráðstevnan var eisini hildin í fjør, og tá hilnaðist so mikið væl, at beinanvegin varð avgjørt, at ráðstevnan skuldi vera aftur í 2018.

 

Hesaferð hevur FSF fingið Jesus Gutierrez, nevndur Guti at taka lut á ráðstevnuni. Í nógv ár hevur Guti arbeitt sum ungdómsvenjari hjá spanska stórfelagnum Real Madrid, umframt at hann hevur drúgvar royndir sum undirvísari, og harafturat hevur hann skrivað eina bók um spanska mátan at spæla fótbólt uppá. Bókin er millum annað umsett til enskt og danskt.

 

Skráin fyri ráðstevnuna er nú klár, og talan er um eina spennandi skrá við fyrilestrum, framløgum og venjingum, sum er ein samanrenning av høgum fakligum støði og hugnaligum fótbóltspráti. Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjingar úti í feløgunum, íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.

 

Skráin fyri ráðstevnuna: Ráðstevna um barna- og ungdómsfótbólt

 

Sum nakað nýtt kunnu luttakararnir gista á Hotel Føroyum fríggjakvøldið. Ráðstevnan endar leygarkvøldið við døgurða í FSF-húsinum og stórsteypadystinum millum Víking og NSÍ.

 

Tilmeldingin til ráðstevnuna fer fram í Nethandilinum á heimasíðuna hjá FSF, meðan tey, ið ynskja at bíleggja pláss á Hotel Føroyum, skulu ringja 31 75 00 (bíleggingarnr. 353254). Freistin at boða frá luttøku er mánakvøldið 19. februar.