Týsdagin í farnu viku bjóðaði FSF til kunningarfund um U16- og U17-landsliðsarbeiðið hjá gentum og dreingjum. Yvir 40 venjarar og høvuðsungdómsvenjarar møttu til tiltakið

——————

– Tílíkir fundir eru góður íblástur til landsliðsvenjararnar, umframt venjararnar úti í feløgunum. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá venjarum at kjakast um venjingarinnihald og menningina av hesum aldursbólkinum, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Týsdagin í farnu viku bjóðaði fótbóltsdeildin hjá FSF til kunningarfund á Hotel Brandan í Havn. Á skránni var kunning um U16- og U17-landsliðsarbeiðið hjá gentum og dreingjum.

40 venjarar, ið dagliga venja hesar spælarar úti í feløgunum, møttu til fundin, umframt at høvuðsungdómsvenjarar eisini nýttu høvið at luttaka.

Fyrst var ein innleiðandi kunning um landsliðsarbeiðið sum heild, og síðani borðreiddu U16- og U17-landsliðsvenjararnir við framløgum, har greitt varð frá royndunum, ið tey hava fingið frá seinastu kappingum og landsdystum, ið liðini hava spælt.

Eyðvør Jakobsen, ið stendur á odda fyri U16- og U17-landsliðunum hjá gentum, og Fróði Benjaminsen, venjari hjá U16- og U17-landsliðunum hjá dreingjum, vístu við videodømum, hvat okkara spælarar megna væl, og hvat arbeiðast skal víðari við, fyri at taka næsta stigið.

Samanumtikið var talan um ein góðan dag, har fótbóltsfakið var á breddanum í næstan tríggjar tímar, áðrenn luttakararnir fóru til A-landsdystin hjá monnum millum Føroyar og Albania.

Myndir: www.FSF.fo