HB er fremst, men sera tætt er ímillum fýra tey fremstu liðini í kappingini hjá Dreingir U18. Bara trý stig eru á muni frá nummar 1 til 4
8. umfar í kappingini hjá Dreingir U18 varð spælt mánakvøldið. Við teprum sigri á HB, samstundis sum at B36 og EB/Streymur vunnu sínar dystir, syrgdi KÍ fyri at føroyameistararnir frá seinasta kappingarári ikki økti um leiðsluna.

HB – KÍ 1-2 (0-1)
Í 8. umfari vann KÍ 2-1 í Gundadali móti HB. Málini hjá klaksvíkingum gjørdu Ari J. Olsen og Eivindur Sørensen. Einsamalla málið hjá HB skoraði Bárður Guttesen.

NSÍ – EB/Streymur 3-4 (0-3)
Við Løkin í Runavík tók NSÍ ímóti EB/Streymi, og her gjørdist talan um ein málríkan dyst. Dreingirnir úr Sundalagnum vunnu 4-3, eftir at støðan í hálvleikinum var 3-0 til EB/Streym.
Símun Petur Poulsen, Jóhannes Hansen, Jóhan Abrahamsen og Teitur Johansen stóðu fyri málunum hjá gestunum við Løkin.
Men sundalagsdreingir vóru eisini raskir at skjóta mál fyri heimaliðið. Tvær ferðir gjørdi EB/Streymur sjálvmál, meðan Svein Justinussen skoraði eitt mál fyri NSÍ.

B36 – B68 2-0 (2-0)
Triðji dystur í 8. umfari varð eisini spældur í Havn, har árstalsfeløgini B36 og B68 brustu saman. Úrslitið gjørdist ein tryggur 2-0 sigur til heimaliðið, sum skoraði bæði málini áðrenn eitt korter var spælt.
Heri Jespersen legði B36 á odda, og lítla løtu seinni skoraði Benjamin Heinesen til 2-0 fyri teir hvítu úr høvuðsstaðnum.

Tætt í toppinum
Nú øll liðini, uttan B68 og B36, hava spælt 8 dystir, eru teir reyð-svørtu úr Havn á odda við 18 stigum. Men sera tætt er í toppinum í deildini. Nummar 2, 3 og 4, ið eru ávikavist KÍ, EB/Streymur og B36, hava øll 15 stig, bara trý stig aftanfyri HB.
Í niðara endanum av kappingini er NSÍ næstaftast við seks stigum, meðan unglingarnir av Toftum eru aftast við ongum stigi.

9. umfar í kappingini hjá Dreingir U18 verður spælt mánakvøldið 18. juni, og tá verður veruligur toppdystur og grannauppgerð í Havn, har HB og B36 møtast. Fyrra dystin teirra millum vunnu føroyameistararnir úr HB 3-1.
Hinir báðir dystirnir eru KÍ – NSÍ og EB/Streymur – B68.

Støðan Dreingir U18