Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í UEFA menningarkapping í Albania frá 25. september til 3. sktober

——————

Seinni í mánaðinum fer U15-landsliðið við gentum til Tirana í Albania, har UEFA menningarkapping er á skránni. Umframt vertslandið og Føroyar, vera Malta og Luksemborg eisini við í kappingini.

Farið verður úr Føroyum mánadagin 25. september, og hópurin er heima aftur á klettunum týsdagin 3. oktober.

Sigtór Petersen er venjari hjá U15-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark hevur hann úttikið tær 18, ið skulu umboða Føroyar í menningarkappingini, sum verður í albanska høvuðsstaðnum.

Hópurin
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Maria Poulsen Hellisdal, B36
Ragnhild Magnusson, B36
Beinta Klemmentsen, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Debess av Teigum, B36
Lilja Højsted, B71
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Thomsen, HB
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF
Kára Sigurðsson, KÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála

Skráin
27. sept. Føroyar – Malta
29. sept. Luksemborg – Føroyar
2. okt. Albania – Føroyar