Kvinnulandsliðið: Jón Pauli Olsen, ið er annar av venjarunum hjá kvinnulandsliðnum, sær tað sum eina stóra og spennnandi avbjóðing, tá føroysku kvinnurnar 28. november skulu royna seg í venjingardysti móti Luksembourg
Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal í eldin aftur um góðar tvær vikur, tá Føroyar og Luksembourg møtast í venjingardysti á Niedercorn Leikvøllinum í Luksembourg. Hetta er samstundis fyrsti dystur hjá føroysku kvinnunum síðani mars mánað í fjør, tá Føroyar luttóku til EM-undankapping á Malta.

Kvinnunum vænta avbjóðingar
Fyrr í ár takkaði Álvur Hansen fyri seg sum venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, eftir 11 ár í starvinum, og vágbingarnir Jón Pauli Olsen og Rúni Nolsøe átóku sær uppgávuna at taka sær av kvinnulandsliðnum.

Og fyri nýggja venjaraparið verður tað ein stór avbjóðing at skula standa á odda fyri føroyska kvinnulandsliðnum, eftir drúgva landsliðssteðgin.

– Sum nú er, so vita vit als ikki hvussu okkara landslið er fyri í mun til hini londini, og tí kemur tað sera væl við at spæla ein venjingardyst nú, áðrenn vit fara til HM-undankappingina komandi ár, sigur Jón Pauli Olsen, sum samstundis fegnast um, at Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt, at Føroyar skulu taka lut í næstu HM-undankapping fyri kvinnur, tí kvinnunum vænta avbjóðingar innan fótbólt.

– Tað hevur víst seg, at nógvar av kvinnunum, sum eru vorðnar ov gamlar fyri U19-landsliðið, eru givnar at spæla fótbólt, og í staðin eru farnar undir annan ítrótt. Tí er tað av stórum týdningi, at FSF gevur teimum yngru kvinnunum og gentunum aðrar avbjóðingar, eisini eftir at tíðin á U19-landsliðnum er av og meðan landskappingin liggur still, sigur Jón Pauli Olsen.

Vant við høgari ferð
Fyrireikingarnar til venjingardystin móti Luksembourg byrjaðu stutt eftir at landskappingini hjá kvinnunum endaði, og síðani tá hava landsliðsvenjararnir hvørt vikuskifti skipað fyri venjingum á Tórsvølli.

– Kvinnurnar, sum av fyrstan tíð vórðu úttiknar til ein bruttohóp, hava vant nógv síðani landskappingin endaði, og vit hava eisini gjørt nógvar testir við leikarunum. Har afturat hava vit serliga vant ein móti einari støður, og spælt við høgari ferð í framrættaða spælinum undir venjingunum, sigur Jón Pauli Olsen, sum heldur, at nakað sum eyðkennir føroyskan landsliðsfótbólt er, at alt ov sjálvdan megna føroysku liðini at fara í álop við høgari ferð.

– Hetta hava vit vant sera nógv, og vónandi kemur tað at síggjast aftur á vøllinum, tá vit møta Luksembourg um góðar tvær vikur, sigur Jón Pauli Olsen.

Tað er annars lítið, sum føroysku venjararnir vita um kvinnulandsliðið hjá Luksembourg, annað enn tað, at Luksembourg í ár hevur spælt tveir landsdystir móti Malta, og sum báðir endaðu við sigri til maltesisku kvinnurnar.

Í hesum sambandi kann nevnast, at til EM-undankappingina í fjør taptu føroysku kvinnurnar fyri Georgia og Armenia, men vunnu 2-0 á Malta.

Lítil broyting
Hóast tað skjótt eru tvey ár síðani føroyska kvinnulandsliðið seinast var í dysti, so er stórur partur av hópinum framvegis tann sami.

– Hópurin er stórt sæð tann sami, sum til EM-undankappingina í fjør, so hetta verður ein spennandi og stór avbjóðing, ið stendur fyri framman, sigur Jón Pauli Olsen, annar av venjarunum hjá føroyska kvinnulandsliðnum.


Tær, ið eru úttiknar til venjingardystin móti Luksembourg 28. november, eru hesar:
Randi S. Wardum, Bára S. Klakstein, Eyðvør Klakstein, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen og Sofía Purkhús, KÍ. Bjarta O. Johansen, Sigrid Petersen og Rakul Maria Johannesen, B36. Fríðrún Danielsen og Oddrún Danielsen, Skála. Sólja T. Eiðisgarð og Íðunn Magnussen, EB/Streymur. Laila Pætursdóttir og Anna Sofía Sevdal, Víkingur. Heidi Sevdal og Lív F. Arge, HB og Liljan av Fløtum Petersen úr AB.

Føroyska ferðalagið ferð úr Føroyum mánadagin 26. november, og kemur aftur til Føroyar dagin eftir dystin, sum er hósdagin 29. november.