Áskoðaraplássini við suðurendan á Tórsvølli eru nú burtur, og á samkomu mánadagin, verður spakin settur í fyri nýggja FSF-bygninginum
Arbeiðið, at taka suðurendan við Tórsvøll niður, gongur væl, og nú er so at siga allur endin burtur.
Í hesum sambandið verður skipað fyri samkomu á Tórsvølli mánadagin 21. januar, kl. 10:00, tá Christian Andreasen, FSF-forseti, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í felag fara at seta spakan í fyri nýggja FSF-bygninginum, ið nú skal byggjast við vøllin.
Tiltakið byrjar kl. 10:00, tá forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Chrstian Andreasen bjóðar vælkomin, áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri fer at siga nøkur orð. Síðani fara forsetin og borgarstjórin í felag at seta spakan í fyri nýggja bygninginum, har Fótbóltssamband Føroya í framtíðini fer at húsast.
Aftan á bjóðar Fótbóltssamband Føroya kaffi og annað gott í FSF-húsinum. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.
Tað er Articon, ið hevur staðið fyri at taka suðurendan niður, og eftir at spakin er settur í, verður farið undir at gera lendið byggibúgvi. Um alt gongur eftir ætlan, og serliga veðrið verður til vildar, verður klárt at byrja upp á nýggja bygningin tíðliga í mars mánað.
Væntandi stendur nýggi FSF-bygningurin liðugur tíðliga í september, tá týska A-landsliðið kemur á vitjan á Tórsvølli, í sambandi við HM-undankappingardystin millum Føroyar og Týskland 10. september.