Útsetti dysturin millum FC Suðuroy og EB/Streym í Betrideildini hjá monnum verður spældur leygardagin 22. mars klokkan 14:30


Fult umfar – ella næstan fult umfar – í Betrideildini hjá monnum var á skránni um vikuskiftið, tá landskappingin 2025 varð sparkað í gongd.

Fríggjakvøldið løgdu HB og B68 fyri, og síðani skuldu hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari spælast sunnudagin. Men longu leygardagin var teimum flestu greitt, at orsakað vind og keðiliga ætt, fór neyvan at vera spælandi á Vágseiði, har FC Suðuroy skuldi fáa vitjan av EB/Streymi.

Kappingardeidin í Fótbóltssambandi Føroya valdi tí at binda um heilan fingur, og í samráð við feløgini bleiv avgerð tikin um at avlýsa dystin. Nú er so avgjørt, at sundalagsmenn vitja á Vágseiði leygardagin 22. mars.

Betrideildin menn, 1. umfar
HB – B68 3-2
TB – Víkingur 1-1
NSÍ – B36 4-3
KÍ – 07 Vestur 3-1
FC Suðuroy – EB/Streymur (leygardagin 22. mars)

Komandi sunnudag, sum er 16. mars, verður spælt soleiðis í fremstu deildini hjá monnum: B36 – KÍ, 07 Vestur – HB og EB/Streymur – TB byrja allir klokkan 15:00, B68 – FC Suðuroy byrjar klokkan 16:00, meðan Víkingur og NSÍ spæla klokkan 17:00.

Stigatalva og dystaskrá (Betrideildin menn 2025)