Nu er greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. HB, sum vann steypakappingina í fjør, skal í fjórðingsfinaluni møta ÍVB

——————

Týskvøldið varð funnið fram til, hvussu spælt verður í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Lutakastið bleiv avgreitt í 3-2 í sjónvarpinum, og var tað forkvinnan í Kvinnunevndini í Fótbóltssambandi Føroya, Anja Rein, ið dróg liðini úr glaskúlunum.

Og tað háttaði seg soleiðis, at 07 Vestur fór beinleiðis víðari fjórðingsfinalurnar, meðan dysturin í 1. umfari verður ímillum felagsliðini AB/B71 og TB/FCS/Royn.

Í fjórðingsfinalunum hittast liðini soleiðis: 07 Vestur – B36, EBS/Skála – NSÍ, HB – ÍVB, og AB/B71 ella TB/FCS/Royn skal spæla ímóti KÍ.

Fjórðingsfinalurnar verða 28. oktober, halvfinalurnar 13. november, og finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 21. november.