Meginpartin av teimum 1.156 Landsliðspakkunum, ið vórðu settir til sølu fyri lítlari viku síðan, eru seldir. Sølan fer fram í Nethandilinum á FSF.fo

——————

Tað er okkurt, ið bendir á, at Tórsvøllur verður fullsettur – so fullsettur, sum koronastøðan nú einaferð loyvir – til A-landsdystirnar hjá monnum, sum eru á skránni á heimavølli í heyst.

Fyrstu vikuna í september mánað koma Ísrael, Danmark og Moldova á vitjan, og í oktober eru heimadystirnir móti Eysturríki og Skotlandi á skránni.

Atgongumerkini, ið higartil eru sett til sølu, verða seld sum “Landsliðspakkar”, har keypt verður til allar heimadystirnar í einum.

Um so verður, at koronastøðan broytist, og tilmælini verða, at fleiri áskoðarar sleppa á Tórsvøll, verða fleiri atgongumerki síðan sett til sølu.

Kostnaður
Bólkur 103-106: 1.000 kr.
Bólkur 107-108: 750 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 500 kr.

Bólkarnir 110 og 111 eru ætlaðir til limir í fjepparafelagnum Skansin, og er tað fjepparafelagið sjálvt, ið stendur fyri søluni av atgongumerkjum í hesum bólkunum.

Landsliðspakkin verður seldur við “koronauppseting”, ið merkir, at annaðhvørt rað er læst, umframt at tvey tóm setur eru millum hvørja bílegging.

Sølan av Landsliðspakkum er bert opin fyri føroyskum IP-adressum. Um tað eru føroyskir fjepparar, ið eru staddir uttanlands og tí ikki fáa keypt gjøgnum netsøluna, kunnu hesir seta seg í samband við Fótbóltssamband Føroya umvegis teldupost, [email protected].

Dystaskráin 2021
1. sept. Føroyar – Ísrael
4. sept. Føroyar – Danmark
7. sept. Føroyar – Moldova
9. okt. Føroyar – Eysturríki
12. okt. Føroyar – Skotland
12. nov. Danmark – Føroyar
15. nov. Ísrael – Føroyar

Allir dystirnir byrja klokkan 19:45 føroyska tíð.

Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael í november, verður kunnað um seinni.