Eisini næsti dysturin hjá føroyska U19-landsliðnum, sum í hesum døgum luttekur í EM-undankapping í Estlandi, endaði við stórtapi
Føroyska U19-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum luttekur í EM-undankapping í Estlandi, tapti eisini næsta dystin í kappingini.
Úrslitið ímóti einum krútsterkum enskum landsliðið, gjørdist 6-0 til Onglandi, sum var frammanfyri við trimum málum í hálvleikinum.
Ongland var nógv tað betra liðið, og var úrslitið eisini fult í tráð við leikgongdina.
Triðji og seinasti dystur hjá føroyska U19-landsliðnum í hesari undankappingini, verður mánadagin 1. oktober ímóti Estlandi, sum eisini hevur tapt sínar dystir ímóti Onglandi og Ukreina.
Fyrst tapti Estland 3-0 fyri Onglandi, og í dag taptu estar 2-0 ímóti Ukreina.
Føroyar: 16. Eli Leifsson, 4. Ragnar Nattestad, 5. Allan Hansen, 6. Eirikur Magnusarson, 8. Haraldur Højgaard, 10. Tórur Justesen, 11. Hørður Askham (14. Patrick Larsen, 65’), 12. Marcus Bruun Rasmussen, 15. Ragnar Tausen (2. Teitur Olsen, 80’), 17. Rasmus Dan Sørensen (13. Rói av Fløtum, 89’) og 17. Poul Ingason.
Jákup Højgaard, Poul N. Mikkelsen, Jón Jacobsen og Andrias Høgnason Eriksen komu ikki á vøllin.