Fyrireikingarnar til dystin ímóti Póllandi ganga væl, hóast smávegis skaðar eru í føroyska hópinum
– Síðani sunnudagin hava vit havt dagligar venjingar, og sum heild hevur gingið væl, hóast smávegis skaðar eru í føroyska hópinum. Tað sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, í sambandi við fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin ímóti Póllandi, ið verður á Svangaskarði hósdagin kl. 17:00.
Seinastu tíðini hava føroysku kvinnurnar spælt nógvar dystir, og hetta merkist, nú landsliðið fyrireikar seg til undankappingardystin ímóti Póllandi. Í øllum føri er greitt, at Lív Arge ikki verður tøk til dystin hósdagin. Lív, ið seinastu tíðina hevur verið fastur partur av besta kvinnuliðnum hjá HB, umframt U19-landsliðnum og A-landsliðnum, hevur trupulleikar við lærkrikanum, og tí verður ikki mett, at Lív Arge verður før fyri at spæla landsdyst um tveir dagar.
Har afturat eru aðrir smærri skaðar í hópinum. Liljan av Fløtum Petersen, Íðunn Magnussen, Fríðrún Danielsen, Annika Petersen og Ansy Sevdal hava ikki vant við fullari ferð seinastu dagarnar, samstundis sum Heidi Sevdal hevur verið sjúk.
– Vit hava góðar læknar og fysioterapeutar kring hópin, so vónandi verða tær flestu klárar til dystin ímóti Póllandi, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Póllandi verður á Svangaskarði hósdagin 8. mai, kl. 17:00. Ókeypis atgongd er til dystin.