Orsaka av evropeisku dystunum hjá B36 og KÍ, hevur Kappingarnevndin hjá FSF verið noydd at gjørt nakrar smærri tillagingar afturat í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum
——————
Eftir hoyringar og drúgvar samrøður við feløgini, hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at gera smærri tillagingar í Betri Deildini hjá monnum.
Broytingarnar hava millum annað við sær, at tveir dystir í 17. umfari, sum er á skránni komandi vikuskifti, vera býttir um við tveir dystir í 27. og seinasta umfari, sum er á skránni leygardagin 22. oktober.
Komandi vikuskifti, 6. og 7. august, verður spælt soleiðis
Víkingur – 07 Vestur (leygardagin)
HB – AB (sunnudagin)
NSÍ – EB/Streymur (sunnudagin)
B68 – Skála (sunnudagin)
Dysturin millum KÍ og B36, sum eftir upprunaligu skránni skuldi vera 22. oktober, men sum er býttur um við 17. umfar, verður spældur hósdagin 1. september.
27. og seinasta umfar sær nú soleiðis út
Víkingur – EB/Streymur
HB – NSÍ
07 Vestur – AB
KÍ – Skála
B68 – B36
Øll skráin, við dagførdum leikdøgum, sæst H E R