Við sigursmálinum í yvirtíðini, avgjørdi Jákup Slættalíð brakið um Havnina. Harvið heldur HB fast um 2. plássið í Effodeildini
Innskifti Jákup Slættalíð gjørdist stóra hetjan fyri HB, tá brakið um Havnina varð spælt fríggjadagin. Men tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at dysturin bleiv avgjørdur til fyrimuns fyri HB.
Tíðliga í dystinum fekk HB brotsspark, men Andrew av Fløtum misnýtti úr 11 metrum. Men lítla løtu seinni gjørdi Andrew skaðan góðan aftur, tá hann við einum fínum langskoti legði HB á odda 1-0.
Henda støða helt sær til fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, so javnaði B36. Málskjútti var Róaldur Jacobsen, og tey flestu mundu nú halda, at brakið um Havnina fór at enda við javnleiki.
Men í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, var Jákup Slættalíð hægstur eftir horna, og skoraði til 2-1 fyri teir reyð-svørtu.
Víkingur vann aftur
Oddaliðið í Effodeildini, Víkingur, var í 7. umfari á vitjan við Løkin í Runavík, har NSÍ tók ímóti. Og við tveimum málum frá Avrard Ble, vann felagsliðið ein tryggan 2-0 sigur á runavíkingum.
Víkingur var betra liðið, og var sigurin eisini fult í tráð við leikgongdina. Hjá NSÍ hinvegin tykist lítið og einki at rigga fyri tíðina, og liggur liðið í løtuni á 9. plássið í Effodeildini.
Úrslitini í 7. umfari:
HB-B36 2-1 (1-0)
NSÍ-Víkingur 0-2 (0-0)
B68-KÍ 0-2
FC Suðuroy-TB 1-1
ÍF-EB/Streymur 1-2