Tað eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at spæla javnleik 2-2 ímóti Póllandi. Men Føroyar vóru nógv nærri trimum stigum enn póllendingar, sum javnaðu í yvirtíðini

– Vit eru 30 sekund frá at vinna. Tí er tað skuffandi, at tað so endar við jevnleiki. Men tá alt kemur til alt, so eru vit nøgdir við eitt stig ímóti Póllandi. Aftur hesaferð vístu okkara dreingir, at tað býr nógv gott í teimum, og tað fegnast vit um, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

 

Úrslitið av U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Pólland gjørdist javnleikur 2-2. Pólland kom á odda tá stórur hálvur tími var spældur, við brotssparki sum Dawid Kunawcki setti í netið. 1-0 til gestirnar var eisini støðan í hálvleikinum.

 

Beinanvegin eftir steðgin setti føroyska liðið seg á dystin, og longu eftir seks minuttir javnaði Føroyar. Hesaferð bríkslaði ungarski dómarin brotsspark til okkara, og ísakaldur úr ellivu metrum setti Meinhard Olsen bóltin trygt í netið.

 

Tíggju minuttir fyri tíð var vandi aftur á ferð í pólska brotsteiginum. Meinhard Olsen sendi horna væl inn fyri úr vinstru, og í trunkanum var Bjarni Petersen hægstur og skallaði bóltin í netið. 2-1 til Føroyar.

 

Føroyska liðið var nú á sigurskós, og tað sá leingi út til, at øll stigini blivu verðandi í Føroyum. Men í fjórða av teimum fimm minuttunum, ið dómarin legði afturat, javnaði Pólland til 2-2. Málskjútti var Jakub Bartosz.

 

Við javnleikinum heldur føroyska liðið fast um 3. plássið í bólkinum. Føroyar hava nú 5 stig fyri fimm dystir. Danmark er fremst við 12 stig, síðani kemur Pólland á 2. plássi við 8 stigum. Á einum deildum 4. plássi eru Finnland og Litava við trimum stigum í part, meðan Georgia er aftast við einum stigi.

 

Næsti U21-landsdystur verður 23. mars, tá Føroyar spæla á útivølli móti Georgia.

 

Niðanfyri ber til at síggja allan dystin millum Føroyar og Pólland. Niels Petersen er frásøgumaður, og viðmerkjari er Áki Johansen.