Fyri at sleppa undan óneyðugum klagum, ynskir Kappingarnevndin hjá FSF, at øll feløg kanna eftir, at teirra leikarar eru rætt skrásettir
Leygardagin 24. mars verður hol sett á eitt nýtt kappingarár í føroyskum fótbólti, og fyri framman eru væntandi fleiri spennandi dystir.

Men fyri at kappingin kann verða avgreidd á ein so smidligan hátt sum tilber, vil Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya við hesum minna øll feløgini á, um at kanna eftir, at allir leikarar í felagnum eru rætt skrásettir.

Við hesum vónar Kappingarnevndin hjá FSF, at sleppast kann undan óneyðugum klagum í hesum kappingarárinum.

Hetta hevur verið ein trupulleiki seinastu árini, men nú sær annars út til, at betri skil er á hesum viðurskiftum.

Eisini vil Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum vísa til broyttar vegleiðingar í samband við leikbann.

Vísandi til vegleiðingina um leikbann, kann leikari ella álitspersónur hjá felag, ið sáar iva um gegni dómarans, mótstøðuliðið ella onnur í sambandi við dyst ella venjing, í framtíðini fáa leikbann.

Víst verður í hesum sambandi til Lógarverkið hjá FSF, undir “Vegleiðing til leikbann”.