Skráin fyri venjaraskeið, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í 2015, er nú tøk á heimasíðu FSF’s
Skráin fyri ymisku venjaraskeiðini, ið Fótbóltssamband Føroya hevur ásett at verða í 2015, er nú klár á heimasíðuni hjá FSF.
Fyribils eru 11 venjara- og impulsskeið í umbúnað at verða í komandi ári, umframt próvtøkur fyri tey, ið fara undir B-venjaraskeiðið. B-próvtøkurnar verða um mánaðarskifti august-september.
Skeiðini verða lýst á heimasíðuni hjá FSF fýra til seks vikur frammanundan, umframt at innbjóðingar verða send feløgunum umvegis teldupost.
Øll skeið eru treytað av nóg góðari undirtøku, vanliga í minsta lagi 16 luttakarar. Kvinnur hava ókeypis atgongd til venjaraskeiðini hjá Fótbóltssambandi Føroya.
A-venjaraútbúgvingin byrjar eftir ætlan í januar 2016. Nærri upplýsingar um A-útbúgvingina verða lýstar í september 2015.
Venjaraskeiðini, ið eru ásett at verða í 2015, kunnu síggjast HER (Útbúgvingar > Venjarar).